Dystarskráin fyri komandi EM-undankapping hjá U21-landsliðnum er nú klár. Føroyar spæla fyrsta dystin tann 8. juni, á heimavølli ímóti Armenia

——————

Fyri lítlari viku síðan gjørdist greitt, at Føroyar verða í bólki H, saman við Fraklandi, Serbia, Ukraina, Norðurmakedónia og Armenia í komandi EM-undankapping fyri U21-landslið.

Beint eftir at lutakastið hevði verið, skuldi dystarskráin leggjast, og umboð fyri londini fóru til samráðingarborðið, sum var á alnótini.

Men tað gekk sera striltið hjá londunum at finna eina felags loysn, og serliga vóru tað armenar, ið lógu í buktini. Endin var at UEFA tók yvir, og ein skrá varð løgd við lutakasti.

Og har háttaði tað seg soleiðis, at føroyska U21-liðið spælir seks dystir í ár, og fýra dystir í 2022. Føroyar byrja á heimavølli ímóti Armenia tann 8. juni, og júst eitt ár seinni – ella næstan – tann 7. juni næsta ár, spælir føroyska liðið síðsta dystin í kappingini, tá serbar koma á vitjan í Føroyum.

Skráin
8. juni 2021: Føroyar – Armenia
2. sept. 2021: Armenia – Føroyar
6. sept. 2021: Føroyar – Frakland
7. okt. 2021: Føroyar – Norðurmakedónia
12. okt. 2021: Ukraina – Føroyar
12. nov. 2021: Serbia – Føroyar

24. mars 2022: Frakland – Føroyar
29. mars 2022: Norðurmakedónia – Føroyar
2. juni 2020: Føroyar – Ukraina
7. juni 2022: Føroyar – Serbia

Rumenia og Georgia vera í felag vertslond fyri sjálvum EM-endaspælinum, sum verður á sumri í 2023.