Skráin fyri UEFA Nations League bólkaspælið er nú klár. Føroyar byrja á heimavølli hósdagin 3. september, tá Malta kemur á vitjan


Seinnapartin týsdagin var lutakastið í samband við UEFA Nations League bólkaspælið, sum verður í heyst. Føroyar komu í bólk D1, saman við Lettlandi, Andorra og Malta.

Og nú er greitt, at føroyska liðið byrjar og endar bólkaspælið ímóti Malta. Hósdagin 3. september spæla Føroyar og Malta á Tórsvølli, meðan seinasta umfar verður spælt týsdagin 17. november. Tá hittast Malta og Føroyar á Ta Qali Stadion á Malta.

Skrain

DatoDystur
3. septemberFøroyar – Malta
6. septemberAndorra – Føroyar
9. oktoberFøroyar – Lettland
12. oktoberFøroyar – Andorra
14. novemberLettland – Føroyar
17. novemberMalta – Føroyar