Dystarskráin hjá føroyska kvinnulandsliðnum til komandi HM-undankapping er nú klár. Føroyar spæla fyrsta dystin tann 14. september, á heimavølli ímóti Kekkia
Lutakast um, hvussu spælast skal í HM-undankappingini fyri kvinnur hevur verið í Nyon í Sveis. Og har háttaði tað seg soleiðis, at Føroyar komu í bólk 5, saman við Slovenia, Kekkia, Ísland og Týsklandi.
Beint eftir at lutakastið var avgreitt, samráddust londini í bólkinum um dystarskránna, og hon er nú klár. Fýra dystir verða í ár, og fýra dystir verða spældir í 2018.
2017
14. september Føroyar – Kekkia
18. september Ísland – Føroyar
24. oktober Týskland – Føroyar
24. november Slovenia – Føroyar
2018
10. apríl Føroyar – Ísland
7. juni Føroyar – Slovenia
12. juni Kekkia – Føroyar
4. september Føroyar – Týskland
At talan er um ein sterkan bólk, sæst á seinasta strykislistanum hjá FIFA. Har Týskland er nummar 1, Ísland nummar 18, Kekkia nummar 36, Slovenia nummar 57, meðan Føroyar eru á 72. plássi.