Maria Vinjardsdóttir Johansen, Malena Olsen, Lea Tórarenni og Lisa Haraldsen skoraðu málini, tá U19-landsliðið við gentum vann seinna venjingardystin móti Estlandi 4-1

——————

– Hesir báðir venjingardystirnir hava verið sera ymiskir. Fyrri dysturin helt eg var rímuliga javnur, men vit komu nokkso tíðliga afturút við fleiri málum, so tað var ikki so hugaligt. Tó haldi eg, at vit fingu nógv positivt burturúr, har vit tordu at spæla og komu eisini til onkrar kjansir. Men har vóru eisini nøkur viðurskifti, serliga í verjustøðu, sum vit skuldu betri til seinna dystin, og tað má sigast, at tað eydnaðist væl.

Soleiðis sigur Pætur Clementsen, venjari hjá U19-landsliðnum við gentum, millum annað, eftir at tær leygardagin vunnu 4-1 í seinna venjingardystinum móti Estlandi. Málini skoraðu Maria Vinjardsdóttir Johansen, Malena Olsen, Lea Tórarenni og Lisa Haraldsen. Fyrri dysturin, sum varð spældur í Hólmanum á Eiði hóskvøldið, endaði 4-0 til Estland.

– Tað var heilt greitt, at vit í seinna dystinum vildu vera stinnari í verjustøðu allastaðni á vøllinum, og hanga eisini meir saman sum lið. At vit so krydda tað við tveimum fantastiskum málum, og øðrum tveimum málum, ið eru merkt av góðum arbeiðsavriki, sigur nógv um hesar genturnar.

– Til slíkar uppgávur er nevniliga avgerandi, at tær trúgva upp á egnan mátt og megi. Vit hava so nógvar dugnaligar spælarar, at tað er eingin orsøk at halda, at tað ikki ber til. Vit síggja spælarar, sum útyvir at stríðast fyri lívinum, eisini eru púra róligar á bóltinum, samstundis sum tær megna og tora at spæla seg fram til málmøguleikar.

– So samanumtikið var hetta ein framúr góð samling, við tveimum góðum og læruríkum dystum. Nú gleða vit okkum til næstu avbjóðingarnar, sum vera í november, sigur Pætur Clementsen við heimasíðuna hjá FSF.

Næst á skránni hjá U19-gentunum er EM-undankapping í Litava, sum verður frá 6. til 15. november. Umframt Føroyar og Litava, eru Ísland og Liktinstein eisini við í bólkinum.

Myndir: Bjarni Enghamar