FSF Varpið hevur hesaferð verið á ferð í Klaksvík, har Tróndur Arge hevur hitt borgarstjóran hjá klaksvíkingum, Jógvan Skorheim til áhugavert fótbóltsprát
Borgarstjórin í Klaksvík, Jógvan Skorheim vónar – og væntar – at KÍ endar millum fýra tey ovastu liðini, so klaksvíkingar aftur kunnu taka lut í altjóða fótbólti komandi ár.

FSF Varpið hevur hesaferð verið á ferð í Klaksvík, har vit hava verið á gátt hjá borgarstjóranum. Jógvan Skorheim hevur spælt nakað av fótbólti fyri KÍ, og hevur framvegis stóran áhuga fyri fótbólti.

Og hóast núverandi borgarstjórin hjá klaksvíkingum ikki hevur spælt á besta liðnum hjá KÍ, so hevur hann roynt mangt og hvat á einum fótbóltsvølli, bæði á plenini við Djúpumýru, umframt øðrum vøllum í Klaksvík og aðrastaðni í Føroyum.