Í samband við EM-undankappingardystirnar móti Andorra og Grikkalandi, sum vera 31. mai og 4. juni, bjóðar kvinnulandsliðið øllum U9 liðum til venjing á Tórsvølli mikudagin 29. mai klokkan 17:00

——————

Niðurteljingin til fyrstu heimadystirnar hjá kvinnulandsliðnum í undankappingini til EM 2025 er av álvara byrjað. Hópurin kemur saman týsdagin, og síðani verður øll orka løgd í fyrireikingarnar til komandi dystir.

Í hesum sambandi vilja landsliðsspælararnir og venjaratoymið bjóða øllum U8 og U9 liðum, bæði gentum og dreingjum til eina stuttliga venjing á Tórsvølli mikudagin 29. mai klokkan 17:00.

Tað vera landsliðsspælararnir, ið koma at standa fyri venjingini, og aftaná fáa børnini ein gávuposa frá FSF, umframt at møguleiki verður fyri autografum og myndum saman við spælarunum.

Fyri at fyrireika venjingina so væl sum møguligt, er neyðugt við tilmelding, ið fer fram á hesari leinkjuni: https://forms.gle/Z8yQSqwn3W1htML1A.

Tilmeldingarfreistin er týsdagin 28. mai á middegi.

Bæði í fjør og í fyrraárið varð skipað fyri líknandi tiltaki á Tórsvølli saman við kvinnulandsliðnum. Video niðanfyri er frá venjingini 1. september í 2022.