Seinnapartin sunnudagin vandi A-landsliðið við kvinnum á Tórsvølli, og áðrenn tær av álvara fóru í gongd, fekk FSF Varpið orðið á Biritu Ryan og Káru Djurhuus

——————

A-landsliðið við kvinnum fyrireikar seg í løtuni til EM-undankappingardyst ímóti Hvítarusslandi, sum verður á Tórsvølli týsdagin 22. september, klokkan 17:00.

Seinnapartin sunnudagin varð vant á Tórsvølli, og áðrenn John Petersen, landsliðsvenjari, av álvara tók yvir, fekk FSF Varpið orðið á Biritu Ryan og Káru Djurhuus, ið báðar fingu sínar fyrstu A-landsliðsminuttir farna fríggjadag, tá Norðurírland var á vitjan.

Í samrøðuni seta tær orð á, hvussu kenslan var at fáa møguleikan at umboða Føroyar, og hvussu tað er, at vera partur av landsliðhópinum.

Landsdysturin millum Føroyar og Hvítarussland verður vístur beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya. Byrjað verður at senda kl. 16:50.