Kvinnulandsliðið leggur í løtuna síðstu hond á fyrireikingarnar til EM-undankappingardystin móti Montenegro, sum verður á Tórsvølli í morgin kl. 16:45. Áðrenn seinastu venjingini fekk FSF Varpið orðið á Biritu Ryan

——————

Í morgin, fríggjadagin 12. juli klokkan 16:45 spælir føroyska kvinnulandsliðið næst seinasta dystin í hesari undankappingini, tá Montenegro kemur á vitjan á Tórsvølli.

Føroyski hópurin kom saman mánadagin, og síðani hava tær lagt alla orka í at vera so væl fyrireikaðar sum tilber, nú enn ein EM uppgáva stendur fyri framman á heimavølli.

Seinnapartin hósdagin var seinasta venjingin á skránni, og sum heild eru allar væl fyri. Og áðrenn landsliðsvenjarin, Signe Pries Andersen av álvara setti venjingina í gongd, fekk FSF Varpið orðið á Biritu Ryan, ið higartil er skrásett fyri 32 A-landsdystir fyri Føroyar.

– Vónandi kunnu vit enda hesa undankappingina væl, og vit hopa eisini at síggja nógv fólk á Tórsvølli, sigur Birita Ryan millum annað í samrøðuni við FSF Varpið.