Byrjunaruppstillingin hjá kvinnunum í vinardystinum móti Andorra er nú klár, og liðið stillar í dag við nýggjum liðskipara


Um eina løtu byrjar vinardysturin millum Føroyar og Andorra, og nú er greitt, hvørjar 11 eru á vøllinum frá byrjan.

Óluva Allansdóttir Joensen verjir føroyska málið, og í miðverjuni eru Rakul Maria Johannesen og Birita Ryan, sum í dag er liðskipari á føroyska liðnum. Tórunn Højgaard Joensen byrjar á vinstra bakki og Sarita Maria Mittfoss verður í høgru síðu.

Sanna Svarvadal, Jensa Tórolvsdóttir og Rúna Jacobsen manna føroyska miðvøllin, og Heidi Sevdal og Mona Rasmusdóttir byrja á ávíkavist høgra og vinstra kanti. Julia Naomi Mortensen byrjar í føroyska álopinum.

Ásla Johannesen og Olga Kristina Hansen eru darvaðar av skaða og eru tí ikki í hópinum til dystin í dag.