Fríggjadagin 3. februar klokkan 12:00 byrjar atgongumerkjasølan til landsdystin ímóti Sveis, sum verður á Tórsvølli tann 9. juni
So ræður um at vera klár/ur við telduna, teldulin ella snildfonini, tí fríggjadagin 3. februar, klokkan 12:00 verða seinastu atgongumerkini til HM-undankappingardystin ímóti Sveis, sum verður á Tórsvølli fríggjadagin 9. juni, sett til sølu í Nethandilinum á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya, www.fsf.fo.
Atgongumerkini eru bólkaði í tríggjar kategoriir.
|
Slag |
Bólkur |
Kostnaður |
|
Kategori 1 |
103, 104, 105 og 106 |
200,00 kr |
|
Kategori 2 |
107, 108, 116, 117 og 119 |
150 kr. |
|
Kategori 3 |
114, 115, 120 og 121 |
100 kr. |
Landsdysturin millum Føroyar og Sveis verður bríkslaður í gongd klokkan 19:45. Tá liðini møttust á Swissporarena í Luzerne í Sveis tann 14. november í fjør, gjørdist úrslitið 2-0 til sveisar.
Atgongumerkir til dystin millum Føroyar og Sveis kunnu keypast her: Atgongumerkjasølan / Føroyar Sveis
