U21-landsliðsvenjararnir, Bill McLeod Jacobsen og Eli Hentze hava sett navn á teir fyrstu ellivu, ið byrja á vøllinum móti Aserbadjan
Í dag klokkan 17:00 setir føroyska U21-landsliðið hol á undankappingini til EM 2017. Dysturin verður á Svangaskarði, og mótstøðuliðið er Aserbadjan.
– Tað hevur gingið sera væl við fyrireikingunum. Maður kemur í mans stað, og sjálvt um vit hava fingið fleiri avboð, so sær nýggja U21-ættarliðið út til at vera væl fyri, sigur Bill McLeod Jacobsen, ið saman við Eli Hentze stendur á odda fyri føroyska U21-landsliðnum.
Hópurin hevur seinastu dagarnar hildið til á Hotel Runavík, har umstøðurnar eru sera góðar, meðan liðið hevur vant á Svangaskarði og við Løkin í Runavík.
– Vit hevur spælarar, ið vilja, tora og duga at spæla fótbólt. Og harafturat skulu vit ikki gloyma, at teir eru sinnaðir at geva alt fyri Føroyar. So jú, vit eru spentir til dystin, og vónandi fáa vit eina góða byrjan uppá kappingini, sigur Bill McLeod Jacobsen.
Venjararnir hava havt seinastu fundin, har byrjunaruppstillingin varð kunngjørd, og nú verður bara bíða eftir fyrsta bríksli, ið verður klokkan 17:00 á Svangaskarði, har ríka føroyska fótbóltssøgan og nógvir av okkara sigrum liggja.
Føroyska liðið byrjar soleiðis:
1. Elias Rasmussen, 2. Leivur Joensen, 4. Andrias Eriksen (C), 5. Poul N. Mikkelsen, 3. Benjamin Heinesen, 8. Haraldur R. Højgaard, 6. Jonas Gejel Hansen, 7. Jóannes Bjartalíð, 10. Hákun Edmundsson, 11. Patrik Johannesen og 9. Poul Ingason.
Á bonkinum:
12. Fríði Sigurðsson, 13. Bartal Wardum, 14. Betuel Hansen, 15. Gunnar Vatnhamar, 16. Karstin Højgaard, 17. Búi Egilsson og 18. Meinhard E. Olsen.
Tað er ókeypis atgongd til EM-undankappingardystin millum Føroyar og Aserbadjan. Í samband við dystin koyra bussar frá nýggja FSF-húsinum (við endan á Tórsvølli) í Havn klokkan 15:30. Kostnaðurin báðar vegir er 100 krónur fyri vaksin og 50 krónur fyri børn.