Bill McLeod Jacobsen og Eli Hentze hava í fyrstu atløgu úttikið 26 spælarar til dystin ímóti Aserbaijan, sum verður á Svangaskarði mikudagin 17. juni klokkan 17:00
EM-undankappingin hjá føroyska U21-landsliðnum fer av bakkastokki mikudagin 17. juni klokkn 17:00, tá Føroyar og Aserbaijan bresta saman á Svangaskarði á Toftum. 

Í hesum sambandi hava U21-venjararnir, Bill McLeod Jacobsen og Eli Hentze í fyrstu atløgu sent boð eftir 26 spælarum. Umframt venjingar, eru eisini tveir venjingardystir á skránni, áðrenn endaligi hópurin, ið fer at telja 20 spælarar, verður úttikin til dystin ímóti Aserbaijan.

Teir 26, ið eru boðsendir, eru hesir:

Málverjar:
Elias Rasmussen (Víkingur)
Hallgrím G. Hansen (ÍF)

Verjuspælarar:
Leivur Joensen (ÍF)
Gestur B. Dam (B36)
Andrias Eriksen (B36)
Hørður Askham (B36)
Teitur J. Olsen (TB)
Poul N. Mikkelsen (ÍF)
Heri E. Kjærbo (FC Suðuroy)
Sonni Ragnar Nattestad (Vejle BK)

Miðvallarar:
Jonas G. Hansen (Varde IF)
Haraldur Højgaard (NSÍ)
Jóannes Bjartalíð (KÍ)
Gunnar Vatnhamar (Víkingur)
Benjamin Heinesen (B36)
Hákun Edmundsson (NSÍ)
Bethuel Hansen (Silkeborg IF)
Rasmus Dan Sørensen (EB/Streymur)
Bartal Wardum (HB)
Magnus Egilsson (AB)

Framherjar:
Patrik Johannesen (TB)
Poul Ingason (HB)
John J. Frederiksen (Nexø BK)
Meinhardt E. Olsen (NSÍ)
Búi Egilsson (FC Suðuroy)
Karstin Højgaard (AB)

Umframt Aserbaijan, er føroyska U21-landsliðið í bólki saman við Týsklandi, Finnlandi, Eysturríki og Russlandi. Fýra undankappingardystir eru á skránni í ár, meðan seks dystir verða spældir í 2016.

Føroyska U21-landsliðið hevur møtt Aserbaijan tvær ferðir áður. Í 2007 vunnu okkara menn 1-0 á Svangaskarði, við máli sum Magnus Olsen skoraði. Árið eftir møttust liðini í Baku í Aserbaijan, og tá endaði við javnleiki 2-2. Føroysku málskjúttarnir vóru Gudmund Nielsen og Levi Hanssen.

Upprunaliga skuldi dysturin millum Føroyar og Aserbaijan verði spældur mánadagin 15. juni. Men orsaka av HM í fimleiki, sum er í Føroyum í hesum døgum, fingu aserbaijanar ikki innivist, og tí bleiv dysturin fluttur til mikudagin.

EM-endaspælið, sum verður í 2017, verður spælt í Póllandi.