U21-landsliðsvenjarin, Bill McLeod Jacobsen hevur sett liðið til dystin ímóti Eysturríki, sum verður á Svangaskarði í dag klokkan 15:30
Klokkan hálvgum fýra seinnapartin í dag spælir føroyska U21-landsliðið síðsta dystin í hesari undankappingini. Dysturin verður á Svangaskarði á Toftum, og mótstøðuliðið er Eysturríki.

Liðið hevur fyrireikað seg væl, og nú fáar tímar áðrenn norski dómarin, Svein-Erik Edvartssen floytar í gongd, er endaliga greitt, hvørjar ellivu Bill McLeod Jacobsen fyri saeinastu fer sendir á vøllin sum U21-landsliðsvenjari.

Teir 11, ið byrja fyri Føroyar, eru hesir: Niklas Thomsen, David Langgaard, Ári Mohr Jónsson, Andrias H. Eriksen, Hørður Askham, Jákup Vatnhamar Olsen, Jonas Gejel Hansen, Jóannes Bjartalíð, Betuel Hansen, Jákup L. Thomsen og Teit Jacobsen.

Á bonkinum verða frá byrjan: Elias Rasmussen, Jákup F. Hansen, Bartal Wardum, Hákun Edmundsson, Jákup B. Andreasen, Gestur Bogason Dam og Patrik Johannesen.

U21 EM-undankappingardysturin á Svangaskarði byrja klokkan 15:30. Ókeypis atgongd er til dystin.