Fremstu deildirnar hjá bæði kvinnum og monnum verða næstu fimm árini róptar Betri deildirnar. Hetta er partur av umfatandi menningaravtalu, ið FSF og Betri hava undirskrivað

Fremsta deildin hjá kvinnum fer næstu fimm árini at eita “Betri deildin kvinnur”, og fremsta mansdeildin verður kallað “Betri deildin menn”.   

 

– Betri virkar í og kring allar Føroyar. Fótbólturin er ógvuliga vælumtókt ítrótt, sum bæði í breidd og í við góðum úrslitum í altjóða høpi skapar úrslit. Tískil passar hetta væl saman við okkara virðum at gera eina longri menningaravtalu, sum umfatar allan føroyskan fótbólt, sigur Ben Arabo, samtaksstjóri í Betri.

 

Hetta er fyrstu ferð, at fremsta deildin hjá kvinnum fær eitt stuðulsnavn og samleika, og hetta er avgerandi fyri FSF sum partur av menningini av føroyskum fótbólti í síni heild. Forsetin í FSF, Chrstian Andreasen, fegnast um nýggju avtaluna:

 

– Hetta er ein avtala, sum ger mun. Vit hava sett okkum greið langtíðarmál fyri føroyskum fótbólt. Styrkin hjá okkum er í breiddini,  og ein slík avtala eggjar feløgunum at halda áfram við menningini, sigur Christian Andreasen.

 

Fremsta deildin hjá monnum hevur verið kallað Effo deildin síðani 2012. Samstarvið hevur riggað framúr væl, og Effo heldur fram sum stuðul hjá FSF og føroyskum fótbólti í øðrum líki.

 

Menningaravtala

Nýggja avtalan verður rópt ein menningaravtala. Hetta skyldast, at hon er heldur øðrvísi enn aðrar líknandi avtalur. Aðalfundurin hjá FSF samtykti í ár eina nýggja strategi við undirheitinum Fótbóltur fyri lívið, sum greitt ásetir, hvørji framtíðarmálini eru fyri føroyskan fótbólt.

 

– FSF hevur lagt eina greiða og miðvísa rætlan fyri at fáa fleiri at spæla fótbólt. Størsta ótroytta tilfeingið eru kvinnur, og tað fara vit støðugt at leggja dent á at menna. Ein partur er at gera kvinnulandslið og Betri deildina hjá kvinnum sjónlig, sigur Christian Andreasen.

 

Nýggja menningaravtalan tryggjar eina árliga stuðulsupphædd til liðini í Betri deildunum hjá bæði monnum og kvinnum, harumframt fáa eisini hini feløgini við skipaðum ungdómsarbeiði eina árliga upphædd.

 

– Betri hevur stuðlað nógvum fótbóltsfeløgum í Føroyum. Nú kunnu vit stuðla og vera við til at menna eftir einum skipaðum leisti, sum kann vera við til at skapa úrslit, sigur Ben Arabo.

 

Høvuðsstuðul hjá kvinnulandsliðnum

Ein annar partur av menningaravtaluni er, at Betri verður høvuðsstuðul hjá kvinnulandsliðnum. Okkara kvinnulandslið fær í 2018 vitjan av Íslandi, Slovenia og helst besta landsliðnum í heiminum, Týsklandi. Kvinnulandsliðið spældi seg í undankappingina, tá liðið framman fyri stórari fjøld vann avgerandi dystin móti Turkalandi í apríl í ár.

 

– Nú okkara bestu kvinnur bjóða teimum sterkastu londunum av, hava tær veruliga brúk fyri stuðuli. Tað er greitt, at møguleikarnir at menna fótbólt fyri kvinnur eru stórir, um vit líta fram í tíðina. Tí vilja vit fegin stuðla, sigur Ben Arabo.

 

Avtalan millum FSF og Betri er galdandi frá 2018 til og við 2022.

 

 

 

 

 

 

Formenninir í føroysku feløgunum saman við Ben Arabo, stjóri í Betri samtakinum, og Christian F. Andreasen, forseti í Fótbóltssambandi Føroya – Mynd: Hans Erik Danielsen

 

Myndir: Hans Erik Danielsen