Liðið er nú sett til seinna vinardystin móti Andorra, sum byrjar á Tórsvølli kl. 18.00
Um eina løtu fer A-landsliðið við kvinnum á vøllin til seinna vinardystin móti Andorra í hesum umfarinum, og Lene B. Terp, landsliðsvenjari hevur gjørt av at byrja við mest sum somu uppstilling, sum byrjaði í Klaksvík leygardagin. Einasta broytingin í byrjunaruppstillingini er framd á høgra bakki, har Ása Stóra Carlsen í dag fær møguleikan frá byrjan.
Føroyska liðið byrjar soleiðis:
Óluva A. Joensen – Ása S. Carlsen, Birita Ryan, Rakul Johannesen, Tórunn H. joensen – Mona Rasmusdóttir, Rúna Jacobsen, Sanna Svarvadal, Jensa Tórolvsdóttir, Heidi Sevdal – Julia Naomi Mortensen
Dysturin millum Føroyar og Andorra byrjar kl. 18.00, og hann verður vístur á Rás1 hjá Televarpinum.