Komandi mánaðin verður skipað fyri fótbóltskappingum kring landið. Kappingarnar verða fyri gentur og dreingir í aldursbólkunum U7 og U9
Fótbóltssamband Føroya og Betri fara komandi mánaðin at skipa fyri Bassafótbólti kring alt landið.
Talan er um “Túnabólt”, har ein fyribilsfótbóltsvøllur verður settur upp á staðnum, har kappingin er. Kappingarnar verða í Miðvági, Klaksvík, Saltangará, Tórshavn og á Sandi og Tvøroyri. Lagt verður fyri í Miðvági mánadagin 27. mai.
Tað er ókeypis at luttaka, men tilmelding krevst. Tilmeldingin fer fram í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF.
Bassi verður á staðnum við onkrum góðum til børnini, og vinningur verður latin vinnandi liðnum á hvørjum øki.
Eisini sleppa vinnararnir at luttaka í finalutiltaki, sum verður á Tórsvølli í sambandi við árligu steypafinalurnar, sum í ár verða 21. september.
Melda til her: Bassafótbóltur / Nethandilin