Lars Olsen, landsliðsvenjari, hevur sett navn á teir fyrstu ellivu, sum byrja á vøllinum ímóti Sveis
Klokkan fimm seinnapartin (føroyska tíð) fer føroyska landsliðið á vøllin til fjórða dystin í undankappingini til HM 2018. Mótstøðuliðið er Sveis, og dysturin verður spældur á Swissporarena í Luzern. Kring vøllin eru pláss fyri umleið 17.000 áskoðarum, og sambæt fyrireikarunum verður útselt til dystin.

Fyrireikingarnar til fimta undankappingardystin ímóti Sveis hava gingið væl. Føroyski hópurin kom til Luzern týskvøldið, og nú fáar tímar áðrenn byrjanarspark, hava Lars Olsen, landsliðsvenjari, og Jóannes Jakobsen, hjálparvenjari, sett navn á teir fyrstu ellivu, sum byrja á vøllinum.

Gunnar Nielsen verður í mál, og í føroysku verjuni verða Jónas Tór Næs, Atli Gregersen (L), Sonni Ragnar Nattestad og Bárður Hansen, ið avloysir Viljormur Davidsen á vinstra bakki. Viljormur hevur ein lítlan skaða at dragast við, og tað verður tí ikki mett, at hann verður klárur til at byrja dystin.

Á miðvøllinum verða Sølvi Vatnhamar, Fróði Benjaminsen, Hallur Hansson, Gilli R. Sørensen og Brandur H. Olsen, meðan Jóan Símun Edmundsson verður í føroyska álopinum.

Bonkur: Teitur Matras Gestsson, Tórður Thomsen, Viljormur Davidsen, Odmar Færø, Kaj Leo í Bartalsstovu, Jóhan Troest Davidsen, Rene Shaki Joensen, Klæmint A. Olsen og Andreas Lava Olsen.