Alifyritøkan á Glyvrum og FSF hava gjørt nýggja sponsorsavtalu, ið inniber, at Bakkafrost heldur fram sum høvuðsstuðul hjá A-landsliðnum
Seinastu árini hevur Bakkafrost prýtt frítíðar- og venjingarbúnarnar hjá A-landsliðnum við monnum, og soleiðis verður eisini komandi tvey árini.

Mikudagin skrivaðu Regin Jacobsen, forstjóri í Bakkafrosti, og Christian Andreassen, forseti í Fótbóltssambandi Føroya undir nýggja sponsoravtalu, ið inniber, at Bakkafrost heldur fram sum høvuðssponsor hjá A-landsliðnum.

– Vit fegnast sjálvandi um, at ein av heimsins størstu alifyritøkum vil vera sponsor hjá okkara landsliðið. Endamálini hjá okkum eru tey somu, og tað er at fáa so góð úrslit sum tilber, og tað er nokk eingin loyna, at úrslitini hjá Bakkafrost og landsliðnum hava verið góð seinastu árini. Menningin hjá Bakkafrost og landsliðnum hevur eisini flutt seg rætta vegin, og tað heldur vónandi fram, sigur Christian Andreasen, forseti í Fótbóltssambandi Føroya.

Í næstu HM-undankapping, sum byrjar í heyst, eru Føroyar í bólki saman við Portugal, Sveis, Ungarn, Lettlandi og Andorra. Flest øll hesi lond kenna longu føroyska landsliðið og framúr góða laksin frá Bakkafrost. Hetta er sostatt eitt gott høvi til at halda fram við støðugu framgongdin, ið bæði landsliðið og Bakkafrost hava havt hesi seinastu árini.

Og alifyritøkan á Glyvrum er eisini fegin um nýggju avtaluna við FSF. – Vit á Bakkafrost fegnast um møguleikan at vera høvuðsstuðul enn eina ferð og ynskja landsliðnum góða eydnu við komandi HM-undankapping, skrivar Bakkafrost í tíðindaskrivi.

Fyrsti dystur í komandi undankapping verður á Tórsvølli týsdagin 6. september, tá Ungarn kemur á vitjan. Enn eru nøkur atgongumerki eftir til dystin, sum kunnu keypast í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF.


Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti (t.v.) og Christian Andreasen, forseti í Fótbóltssambandi Føroya hava undirskrivað nýggja sponsoravtalu, ið er galdandi næstu tvey árini – Myndir: Hans Erik Danielsen