Nú er greitt, hvørjir teir fyrstu ellivu verða, sum U21-landsliðsvenjararnir, Sámal Erik Hentze og Hegga Samuelsen senda á vøllin frá byrjan ímóti Spania

——————

Í kvøld klokkan 18:00 skal føroyska U21-landsliðið á vøllin aftur, tá spaniólar taka ímóti í Marbella í suðurspania.

Ferðalagið kom upp á pláss seinnapartin mánadagin, og síðan hevur hópurin fyrireikað seg til stóru uppgávuna, ið bíðar, nú EM-undankappingardysturin á útivølli móti Spania er á skránni.

– Umstøðurnar her eru framúr góðar, og sum heild hava fyrireikingarnar gingið sera væl. Hitin liggur um eini 15-20 stig, vit búgva væl, og eg haldi at vit eru so klárir sum tilber at møta spaniólum, sigur Hegga Samuelsen við heimasíðuna hjá FSF.

Føroyska liðið byrjar soleiðis: Rói Mørk Hentze verður í mál, og í verjuni verða Ari Olsen, Samuel Johansen Chukwudi, Andrias Edmundsson og Daniel Johansen. Á miðvøllinum frá byrjan verða Jákup Biskopstø Andreasen, Stefan Radosavljevic, Lukas Giessing og Pætur Petersen. Framrættaður miðvallari verður Petur Knudsen, og í álopinum verður Jonn Johannesen.

Eykaspælarar: Jákup Nolsøe Olsen, Bárður á Reynatrøð, Ólavur Niclassen, Bjarki Nielsen, Hanus Sørensen, Arnbjørn Svensson, Pætur Skipanes, Ragnar Samuelsen og Hjalti Kárason Djurhuus.

Støðan í bólkinum
1. Spania 22 stig
2. Norðurmakedónia 14 stig
3. Ísrael 12 stig
4. Kasakstan 10 stig
5. Montenegro 7 stig
6. Føroyar 6 stig

Týsdagin í næstu viku spælir føroyska U21-landsliðið á útivølli móti Kasakstan.

Myndir: Andrass Thomsen