Rói Zachariassen og Andri Benjaminsen hava givið avboð til landsdystirnar móti Spania og Kasakstan. Í staðin hava venjararnir sent boð eftir Jákupi Nolsøe Olsen og Pæturi Skipanes
——————
Fyrr í vikuni setti Sámal Erik Hentze navn á teir 21 spælararnar, ið eru úttiknir til EM-undankappingardystirnar hjá U21-landsliðnum ímóti Spania og Kasakstan.
Men nú er greitt, at venjararnir verða noyddir til at síggja burtur frá málverjanum, Róa Zachariassen úr EB/Streymi, og Andri Benjaminsen úr B68.
Í staðin hava Bagge og Hegga sent boð eftir Jákupi Nolsøe Olsen úr ÍF, og Pæturi Skipanes úr NSÍ.
Hósdagin 12. november spæla Spania og Føroyar í Marbella í Spania, og týsdagin 17. november skal føroyska liðið hitta Kasakstan. Hetta eru samstundis seinastu dystirnir í undankappingini til EM 2021.
Støðan í bólki 6
Spania 22 stig
Norðurmakedónia 14 stig
Ísrael 12 stig
Kasakstan 10 stig
Montenegro 7 stig
Føroyar 6 stig