Sámal Erik Hentze, landsliðsvenjari hevur sett nøvn á teir 11, sum byrja dystin móti Ukraina í kvøld


Kl. 18.00 byrjar EM undankappingardysturin á Tórsvølli millum U21 landsliðini hjá Føroyum og Ukraina, og nú er greitt, hvørjir 11 manna føroyska liðið frá byrjan.

Bárður á Reynatrøð verjir føroyska málið, og frammanfyri seg hevur hann Elias Rusborg og Gullbrand Øregaard í miðverjuni, meðan Ragnar Skála og Pætur Skipanes byrja á hvør sínum bakki.

Símun Sólheim, Noah Mneney, Magnus Holm Jacobsen og Lukas Giessing manna føroyska miðvøllin, liðskiparin Stefan Radosavljevic verður at finna beint frammanfyri teir, og Áki Debes Samuelsen er fremstur á føroyska liðnum.

Dysturin byrjar sum nevnt kl. 18.00; til ber at síggja hann í Televarpinum, og tað ber eisini til at lurta á FM1.