Nú er greitt, at tað verður Eli Hentze, ið verður hjálparvenjari hjá A-landsliðnum. Samstundis hevur FSF sett Sámal Erik Hentze i starv sum nyggjur U21-landsliðsvenjari
– Tað er við sorgblídni at eg sigi farvæl við U21-landsliðið, men hetta verður ein onnur spennandi uppgáva, sum eg síggi við stórum spenningi fram ímóti, sigur nýggi hjálparvenjari hjá A-landsliðnum við monnum, Eli Hentze við heimasíðuna hjá FSF.
Nú er greitt, at tað verður Eli Hentze, ið verður hjalparvenjari hjá Håkan Ericson. Fótbóltssamband Føroya og Eli hava undirskrivað sáttmála, ið inniber, at sandoyingurin verður hjálparvenjari hjá A-landsliðnum við monnum næstu fýra árini.
Og samstundis sum Eli Hentze tekur við hjálparvenjarastarvinum á A-landsliðnum, hevur Fótbóltssamband Føroya sett 48 ára gamla Sámal Erik Hentze í starv sum nýggjur venjari hjá U21-landsliðnum.
Sámal Erik, ella Bagge, ið hann eisini verður kallaður, hevur síðani 2008 verið venjari í fremstu deildini hjá monnum. Hesi árini hevur hann vant AB, HB, B36, Víking og NSÍ, og hevur tilsamans vunnið føroyameistaraheitið fýra ferðir.
– Hetta verður nakað heilt annað í mun til tað, ið eg havi roynt áður, men eg gleði meg at koma í gongd, og skal sjálvandi royna at byggja upp á tað góða arbeiði, sum mín undangongumaður (red. Eli Hentze) hevur gjørt, sigur Sámal Erik Hentze við heimasíðuna hjá FSF.
Fyrsta uppgávan hjá nýggja U21-landsliðsvenjaranum verður EM-undankappingardystur á heimavølli ímóti Spania, sum verður á Tórsvølli hósdagin 26. mars klokkan 19:00.
Dagin eftir, friggjadagin 27. mars klokkan 17:00 (føroyska tíð), spælir A-landsliðið við monnnum venjingardyst ímóti Danmark á MCH Arena í Herning.