Fyribils eru í alt níggju venjaraskeið á skránni hjá Fótbóltssambandi Føroya í komandi ár. Fyrsta venjaraskeiðið er B1, sum verður á Skála 19. til 21. januar

Á hvørjum ári skipar Fótbóltssamband Føroya fyri hópin av venjaraskeiðum, og komandi ár er einki undantak. Fyribils eru níggju venjaraskeið sett at verða í 2018, og lagt verður fyri á Skála í døgunum 19. til 21. januar, tá B1-venjaraskeið er á skránni.

 

Skeiðið varðar í 20 tímar, og er byrjunarskeið hjá teimum, sum ætla at útbúgva seg á venjaraøkinum. B1 er eisini ætlað foreldrum og leiðarum, ið á ymiskan hátt ynskja at hjálpa til í felagnum, eitt nú við venjing av yngri børnum.

 

Evni, ið verða viðgjørd á B1-venjaraskeiðunum, eru m.a. hesi:

– Fótbóltur, foreldur og felag

– Leikarin/barnið

– Venjing og dystur

– Venjarin/ungdómsleiðarin

– Fyrstahjálp og fótbóltsskaðar

– Etikkur og virðisgrundarlag

 

Ongin próvtøka er í samband við B1-venjaraskeiðið, men kravt verður, at uppmøtingin er 100%, og tá skeiðið er av, verður luttøkubræv latið luttakarunum. Tey, ið hava tikið B1-skeið og eru 18 ár og eldri, hava rætt til at søkja luttøku á B2-skeiðunum, sum verða í Havn og í Suðuroy í februar.

 

Tilmelding til B1-venjaraskeiðið fer fram í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF, og har ber eisini til at kunna seg meira um skeiðið. Tilmeldingarfreistin er mánadagin 8. januar 2018.

 

Yvirlit yvir venjaraskeið hjá Fótbóltssambandi Føroya í 2018 sæst her: Venjaraskeið 2018