Í januar mánaða 2017 skipar FSF fyri fýra B1-venjaraskeiðum, og í februar verða tvey B2-venjaraskeið á skránni
Á hvørjum ári skipar Fótbóltssamband Føroya fyri hópin av venjaraskeiðum, og komandi ár verður einki undantak.

Lagt verður fyri longu í januar mánaða, tá fýra B1-skeið eru á skránni, og februar er ætlanin at skipað fyri tveimum B2-venjaraskeiðum.

B1-skeiðini verða skipaði soleiðis
13.-15. januar í Havn
13.-15. januar í Klaksvík
27.-29. januar á Toftum
27.-29. januar í Vági

Tilmeldingarfreistin til B1-venjaraskeiðini, ið eru ásett at vera 20 tímar, er mikudagin 4. januar 2017. Nærri kunning um B1-skeiðini sæst her: B1-venjaraskeið, januar 2017

B2-skeiðini verða skipaði soleiðis
3.-5. og 10.-12. februar í Havn
10.-12. og 17.-19. februar í Leirvík

Tilmeldingarfreistin til B2-venjaraskeiðini, ið eru ásett at vera 50 tímar, er mikudagin 25. januar 2017. Nærri kunning um B2-skeiðini sæst her: B2-venjaraskeið, februar 2017

Tilmeldingin fer fram umvegis tilmeldingarskipanina í nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF.

Yvirlit yvir venjaraskeið, sum FSF fer at skipa fyri í komandi ár, sæst her: FSF Venjaraskeið 2017