Tað gekk als ikki eftir vild hjá føroyska kvinnulandsliðnum, sum fríggjadagin var fyri stórtapi í Montenegro. Vertirnir á Gradski stadion í Podgorica vunnu 9-0
——————
Tað, ið kundi ganga gali hjá føroyska kvinnulandsliðnum, gekk gali, tá Montenegro og Føroyar møttust á Gradski stadion í Podgorica fríggjadagin. Úrslitið av UEFA Nations League dystinum gjørdist heili 9-0 til heimaliðið, sum var á odda við trimum í steðginum.
Longu aftaná níggju minuttir vóru tær hjá Montenegro á odda 2-0, og brekkan gjørdist bara brættari og brættari, so hvørt sum dysturin leið.
Hjá okkara kvinnum var lítið og einki, ið riggaði, meðan tað til tíðir var leikandi lætt hjá vertunum at skora mál, og tá dómarin floytaði av, stóð 9-0 á máltalvuni.
Eftir at øll londini í bólkinum hava spælt fimm dystir, er Aserbadjan fremst við 13 stigum, Montenegro hevur 9 stig, Kýpros hevur 7, meðan Føroyar framvegis hava fyrsta stigið til góðar.
Næsti dysturin hjá føroyska kvinnulandsliðnum í hesum umfarinum, sum eisini er tann síðsti í hesari kappingini, verður týsdagin 5. desember, tá Aserbadjan tekur ímóti á Dalga Arena í Baku.