Orsaka av skaða, hevur Mads Boe Mikkelsen úr KÍ givið avboð til landsdystirnar móti Kekki og Albania

——————

Fyrr í vikuni kunngjørdi Håkan Ericson, A-landsliðsvenjari hjá monnum, hópin til EM-undankappingardystirnar móti Kekkia og Albania.

Men nú er greitt, at landsliðsvenjarin verður noyddur at síggja burtur frá Mads Boe Mikkelsen úr KÍ. Fótfimi miðvallarin, ið skoraði føroyska málið í 1-1 javnleikinum móti Moldoda fyrr í ár, hevur ein skaða at dragast við, og verður tískil ikki tøkur til komandi landsliðsuppgávur.

Avloysarin fyri Mads Boe er ikki funnin enn, men verður væntandi kunngjørdur í morgin, aftaná at allir dystirnir í Betri Deildini hjá monnum, sum eru á skránni um vikuskiftið, eru spældir.

Leygardagin 17. juni klokkan 19:45 spæla Føroyar og Kekkia á Tórsvølli, og týsdagin 20. juni kemur Albania á vitjan.

Atgongumerki fáast til keyps í Nethandilinum á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya, www.fsf.fo. Fyrrapartin leygardagin vóru umleið 2.000 atgongumerki seld til dystin móti Kekkia, meðan nakað færri eru seld til dystin móti Albania.