Á eftirmetingarfundinum hjá dómarunum og eygleiðarunum, vóru serliga tvey evni viðgjørd: Brotsspørk og samstarv millum dómara og hjálpardómarar
Leygardagin høvdu føroysku úrmælingadómararnir og eygleiðararnir eftirmetingarfund um fótbóltsárið 2016. Sum heild eydnaðist árið væl, og tað gekk væl at avgreiða allar dystirnar. Til dømis varð eingin dystur í EFFO-deildini í ár avlýstur vegna keðiligt veður.

Kortini vóru tvey evni, ið fingu serliga viðgerð á fundinum, og sum vónandi kunnu verða betri til komandi kappingarár. Talan er um brotsspørk og samstarv millum dómara og hjálpardómarar.

– Brotsspørk hava sum oftast stóra ávirkan á úrslitið av dystinum, og tí er sera umráðandi, at tann avgerðin er røtt. Videomyndir vísa, at vit hava gjørt nøkur mistøk í samband við brotsspørk, og avbjóðingin er tí at minka mest møguligt um hesi mistøk, sigur Lassin Isaksen, dómaraleiðari hjá Fótbóltssambandi Føroya.

Seinastu árini hava dómarin, hjálpardómarar og 4. dómarin havt góða samskiftisútgerð við sær á vøllin, tá dystir í EFFO-deildini hava verið spældir. Endamálið við útgerðini er, at teir fýra, ið leiða dystin, skulu hava so góðar fyritreytir sum tilber at samskifta ímillum sín, meðan dysturin er í gongd.

– Eitt er útgerðin, samskifti og samstarv í síni heild – annað er hvussu hon verður brúkt best møguligt, so dystir kunnu verða avgreiddur á besta hátt viðvíkjandi leiðslu á vøllinum. Og aftur her vísa myndir, at her er pláss fyri menning, sigur Lassin Isaksen við heimasíðuna hjá FSF.

Áðrenn kappingarbyrjan í fjør varð nógv tosað um, nær dómarin skal avlýsa vegna keðiligt veður. Tá bleiv sagt, at dómarin skal ikki leggja so nógv fyri, fyri at fáa dystin spældan, um veðrið er ivasamt.

– Tað stendur nógv upp á spæl, og tí er umráðandi, at dystirnir verða avgreiddir undir so góðum umstøðum sum tilber. Í ár bleiv eingin dystur avlýstur vegna veður, men áheitanin um skinsemi hesum viðvíkjandi stendur við, sigur Lassin Isaksen, dómaraleiðari.

Á eftirmetingarfundinum kom millum annað eisini fram, at talið av gulum kortum minkaði við 15 prosentum í ár, í mun til kappingina í 2015. Minkingin var á øllum økjum í samband við, nær gult kort verður givið, tó ikki tá talan var um "óhøviskan atburð" og at "seinka uppafturtøku av leiki", sum annars serligur dentur varð lagdur á í ár. Tí verður hetta aftur eitt av høvuðsevnunum, ið dómararnir fara at hava eitt vakið eyga við í komandi kappingarári.


Lassin Isaksen, dómaraleiðari hjá Fótbóltssambandi Føroya