Sámal Erik Hentze heldur fram sum venjari hjá U21-landsliðnum. FSF og Bagge hava skrivað undir nýggjan 2 ára sáttmála. Nýggjur hjálparvenjari verður Atli Gregersen

——————

– Eg ivaðist onga løtu, tá eg fekk møguleikan at halda fram. At vera U21-landsliðsvenjari er sera spennandi, og tað er hugaligt at vera partur av menningini av okkara ungu spælarum, sigur Sámal Erik Hentze við heimasíðuna hjá FSF.

Eftir at hann hevur staðið á odda fyri U21-landsliðnum seinastu seks dystirnar í farnu EM-undankapping, er nú greitt, at Sámal Erik Hentze heldur fram í starvinum. Fyrrapartin hósdagin skrivaðu Fótbóltssamband Føroya og Sámal Erik, ella Bagge, sum hann eisini verður nevndur, undir nýggjan 2 ára sáttmála.

At hjálpa sær fær Bagge ein kendan mann í føroyska fótbóltsheiminum. Nýggjur hjálparvenjari verður nevniliga fyrrverandi liðskiparin á A-landsliðnum og Víkinga-kempan, Atli Gregersen.

– Hetta verður heilt sikkurt ein spennandi og mennandi uppgáva fyri meg sum venjara. Eg kenni væl Bagge frá tíðini í Víkingi, og eg ivist onga løtu í, at samstarvið verður gott fyri báðar partar, sigur Atli Gregersen í stuttari viðmerking.

Greitt er eisini, at Rúni Klein Joensen heldur fram sum málmansvenjari hjá U21-landsliðnum næstu tvey árini. Lutakastið til komandi EM-undankapping verður tann 28. januar.