Liðskiparin á føroyska landsliðnum, Atli Gregersen, sigur, at fyrst og fremst skal avrikið hjá okkara spælarum vera upp á pláss, um vit skulu fáa eitt nøktandi úrslit

Fyrireikingarnar hjá føroyska A-landsliðnum undan HM-undankappingardystinum ímóti Portugal hava gingið væl. Liðið hevur havt fýra venjingar, og nú verður bara bíðað eftir sjálvum dystinum, sum verður á Estadio do Bessa í Porto.

 

Aftaná seinnu venjingina týsdagin fekk FSF Varpið orðið á liðskiparan, Atla Gregersen, og hann væntar ein strævnan dyst ímóti portugisum, men vónar at avrikið hjá okkara spælarum verður upp á pláss, tí tað krevst, um vit skulu fáa eitt nøktandi úrslit.

 

Øll samrøðan við Atla Gregersen sæst her