Liðskiparin á føroyska A-landsliðnum, Atli Gregersen, er farin upp í verkætlanina, Common Goal, og fer framyvir at lata eitt prosent av síni fótbóltsløn til vælgerandi endamál

Hvat hava Juan Mata, heimskendi miðvallarin hjá Manchester United, og Atli Gregersen, liðskiparin á føroyska A-landsliðnum, til felags?

 
Báðir eru framúr fótóbltsspælarar, svarar gløggi lesarin helst beinanvegin, og tað svarið er sjálvandi ikki heilt av leið, men teir teljast nú eisini millum fótbóltsleikararnar, sum lata eitt prosent av løn síni til vælgerandi endamál.

Atli Gregersen avdúkaði nevniliga hósdagin, saman við Akseli V. Johannesen, løgmanni, at hann er vorðin partur av sokallaðu Common Goal verkætlanini, sum spanski bóltsnillingurin tók stig til í fjør saman við felagsskapinum streetfootballworld. 

 – Eg sat einsamallur uppi 2. jóladag og las Daily Mail og The Guardian á telefonini, og so datt eg um eina samrøðu við Juan Mata, ið snúði seg um hesa verkætlanina. Eg havi hugsað leingi, at vit sum fótbóltsspælarar burdu gjørt okkurt líknandi í Føroyum, og vit eru nakrir, ið hava tosað saman um hetta, men tað er ongantíð vorðið veruleiki, greiðir Atli Gregersen frá.

 – Men eg skrivaði teimum ein teldupost tá, har eg segði teimum, at hetta var eitt frálíkt átak, og at eg gott kundi hugsað mær at verið við. Eg varð so ringdur upp seinni, og tað er so endað við, at eg varð bjóðaður uppí, og eg játtaði.

Okkara skylda at hjálpa, har vit kunnu
Tað er sjálvandi munur á tí, sum Atli Gregersen forvinnur við at spæla fótbólt og tí, sum stendur á lønarseðlinum hjá Juan Mata og hinum í evropeisku fótbóltselituni.

 – Nú munar mítt prosent ikki stórvegis samanborið við tað, sum Juan Mata, Giorgio Chiellini og hinir stórspælararnir lata, og eg mundi fingið kaldar føtur, tá eg skuldi flyta peningin fyrstu ferð. Men teir søgdu beinanvegin, at hetta snýr seg ikki um peningamongdina, men felagsskapin, sigur Atli Gregersen.

Verjuskansin hjá Víkingi og landsliðnum heldur, at ítróttarfólk onkursvegna eru noydd taka leiklutin sum fyrimyndir á seg, og hava tí ein frálíkan møguleika at geva samfelagnum okkurt aftur.

 – Nú eri eg blivin so gamal, og havi brúkt meg nógv ímillum ár og dag, so um eg kann brúka meg um okkurt, sum kunnu hjálpa onkrum, so hevði tað verið deiligt, sigur Atli Gregersen flennandi.

 – Onkursvegna eru vit fyrimyndir í Føroyum, hóast eg mangan havi traðkað við síðuna av við reyðum kortum og tílíkum, men um vit, sum ítróttarfólk kunnu ganga á odda fyri jaligari broyting í heiminum, og kanska bøta um lívið hjá onkrum, so er tað ein skylda, ið vit hava. Um tú fært 1.000, 10.000 ella eina millión krónur í løn um mánaðin, kanst tú kortini klára teg, sjálvt um tú gevur eitt prosent til okkurt vælgerandi endamál, sigur A-landsliðsliðskiparin hjá monnum við heimasíðuna hjá FSF.