Niels Petersen, frásøgumaður hjá Televarpinum, hevur enn einaferð valt fimm mál, sum hann heldur vóru tey bestu í Betri Deildini hjá monnum farna kappingarár.

Men hyggjarin er vælkomin at hjálpa honum at finna tað allarbesta, og sum harvið verður ársins mál 2023.

Atkvøðugreiðslan fer fram á Facebook vanganum hjá Televarpinum.

Í samband við atkvøðugreiðsluna verða tríggir vinningar burturlutaðir.

Øll, ið atkvøða eru við í lutakastinum um einar AirPods frá Føroya Tele, eina landsliðstroyggju, og tveir landsliðspakkar 2024, ið FSF hevur latið.

Atkvøðugreiðslan er endað. Vinnari gjørdist Esmar Clementsen úr B68.