Árið er um at enda og tíðin er nú komin, at ársins mál 2015 í EFFO-deildini skal finnasta. Níggju mál eru tilnevnd
So er tíðin komin, at Ársins mál 2015 í EFFO-deildini skal finnast. Tilsamans 460 mál vórðu skoraði í fremstu deildini hjá monnum í ár, og í fleiri førum var talan um rættuliga góð mál.
Av teimum 460 málunum, ið vórðu skoraði, eru níggju tilnevnd til ársins mál. Nú er tað so upp til tey fótbóltsáhugaðu at avgera, hvør skal vinna heiðurin, at hava gjørt besta málið í EFFO-deildini 2015.
Atkvøðurnar kunnu avgreiðast her: Ársins mál 2015
Atkvøðugreiðslan verður skipað soleiðis, at atkvøðurnar á heimasíðuni telja 50 prosent, meðan atkvøðurnar hjá Serfrøðingunum, Jákupi Ósá, Leivi Frederiksen og Trónda Arge telja 50 prosent.
Atkvøðugreiðslan endar um eina viku, týsdagin 29. desember, og tá verður vinnarin kunngjørdur.