Á aðalfundi hjá FIFA, sum verður í Moskva mikudagin, skulu limalondini millum annað atkvøða um, hvør skal vera vertur fyri HM-endaspælinum í 2026
HM-endaspælið stendur fyri durum, og hjá flest øllum fótbóltsáhugaðum verða eyguni komandi daganar venda ímóti Russlandi, ið er vertur fyri endaspælinum hesaferð. Í 2022 verður HM hildið í Katar, men so er spurningurin, hvør skal vera vertur í 2026.
Undanfarin ár hevur tað verið soleiðis, at ein undirnevnd í FIFA, altjóða fótbóltssamgonguni, hevur avgjørt, hvør skal hýsa endaspølum. Men hetta er nú broytt. Á aðalfundinum hjá FIFA, sum verður í Moskva í morgin (mikudagin), skulu tey 211 limalondini gera av, hvør skal vera vertur fyri endaspælinum um átta ár.
Í felag hava USA, Meksiko og Kanada bjóða seg fram at vera HM-vertir í 2026, og tað sama hevur Marokko. Føroyska atkvøðan fer til tey trý norðuramerikansku londini.
– Verkætlanin hjá USA, Kanada og Meksiko sær ógvuliga spennandi út. Hesi londini hava so gott sum allar vøllir klárar í dag, sum verður kravt til eitt endaspæl, og fíggjarliga sær tað eisini gott út, sigur Christian Andreasen, forseti í Fótbóltssambandi Føroyar, við FSF.fo.
HM-endaspælið í Russlandi verður sparkað í gongd hósdagin 14. juni. Fyrsti dystur verður millum Russland og Saudiarabia.