Sølan av atgongumerkjum til landsdystin millum Danmark og Føroyar, sum verður í Keypmannahavn 12. november, er byrjað

——————

Fríggjadagin 12. november klokkan 20:45 lokala tíð spæla Danmark og Føroyar HM-undankappingardyst í Parkini í Keypmannahavn.

Fóbtóltssamband Føroya hevur fingið tillutað umleið 1.850 atgongumerki til dystin, ið einans eru ætlað føroyskum áskoðarum. Og nú ber til at ogna sær atgongumerki í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF.

Kostnaðurin er 400 krónur fyri hvørt atgongumerki, og tilber at biða um í mesta lagi 5 atgongumerki fyri hvørja bílegging.

Endalig avgerð er ikki tikin enn, um føroyskir áskoðarar sleppa til dystin. Atgongumerkini verða tí seld við fyrivarni.

Tað eru FIFA og UEFA, ið gera av, hvørt áskoðarar fáa atgongd til HM-undankappingardystirnar ella ei. Um so verður, at føroyskir áskoðarar ikki sleppa til dystin, verður atgongumerki ógildað, og peningurin verður fluttur aftur á gjaldskortið, ið varð nýtt til keypið.

Enn eru nøkur atgongumerki eftir til dystin millum Føroyar og Danmark, sum verður á Tórsvølli leygardagin 4. september. Pláss er fyri beint omanfyri 5.000 áskoðarum á Tórsvølli, og í løtuni eru umleið 3.300 atgongumerki seld.