Forsølan av atgongumerkjum til steypafinaluna hjá monnum millum B36 og HB gongur væl. Á middegi mikudagin vóru 1.145 atgongumerkir seld

Leygardagin 25. august klokkan 19:45 bresta havnafeløgini, B36 og HB saman í finaluni um Løgmanssteypið, sum verður á Tórsvølli.

 

Seinastu tvær vikurnar hevur verið møguligt at keypt atgongumerkir til ársins steypafinalu, og sigast má, at atgongumerkjasølan, sum fer fram í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF, hevur gingið væl.

 

Á middegi mikudagin vóru tilsamans 1.145 atgongumerkir seld. Og fyri tey, ið framvegis ikki hava ognað sær eitt atgongumerki til dystin, ræður um at gera skjótt av. Tí meðan Tórsvøllur er undir um- og útbygging, verður bara pláss fyri umleið 3.600 áskoðarum kring vøllin.

 

Av seldu atgongumerkjunum higartil, eru tað fjeppararnir hjá HB, ið eiga ein lítlan meiriluta.

 

NETHANDILIN

 

Kostnaðurin er 100 krónur fyri vaksin, og 50 krónur fyri børn og ung.