Sølan av atgongumerkjum til finaluna um Løgmanssteypið millum NSÍ og B36 er byrjað, og ferð fram í Nethandilinum á FSF.fo
——————
Leygardagin 4. desember klokkan 16:00 verður finalan um Løgmanssteypið 2021 spæld á Tórsvølli. Liðini í finaluni í ár eru NSÍ og B36.
Atgongumerkjasølan til dystin er byrjað, og fer fram í Nethandilinum á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya.
Kostnaðurin er 100 kr. fyri vaksin og børn.
Í samband við finaluna er Tórsvøllur býttur í trý áskoðaraøkir.
Bólkur 101-104: NSÍ
Bólkur 105-108: B36
Bólkur 109-113: Aðrir áskoðarar
Koronapass
Allir áskoðarar, ið eru 12 ár ella eldri, skulu vísa gyldugt koronapass við inngongdina til finaluna um Løgmanssteypið.
Fyri at vera í gildi skal eitt koronapass uppfylla eina av seks treytunum niðanfyri.
ES góðkent talgilt koronapass – til dømis tað danska ella føroyska – grundað á:
(1) lidna koppseting ikki eldri enn eitt ár,
(2) koronakanning ikki eldri enn 72 tímar ella
(3) PCR test, sum váttar fyrrverandi smittu seinasta árið.
Harafturat ber eisini til at brúka hesi skjøl saman við passi ella koyrikorti:
(4) gula koppsetingarkortið, sum váttar koppseting seinasta árið,
(5) váttan um føroyska PCR kanning ikki eldri enn 72 tímar ella
(6) váttan frá landslæknanum um fyrrverandi smittu seinasta árið.
Føroyska talgilda koronupassið kann takast niður á telefonina H E R.
Mannagongd í sambandi við keyp av atgongumerki:
Tað ber til at bíleggja upp til 10 atgongumerki.
Navn, aldur, teldupostur og tlf. skal uppgevast fyri hvørt fólkið.
Serligar treytir viðvíkjandi Covid-19 í sambandi við dystir á Tórsvølli
Endamálið við hesum treytum er at minka mest møguligt um smittuvandan. Tað er sera umráðandi fyri okkum, at trygdin hjá gestum okkara er í hásæti.
Vit fylgja tilmælum og leiðreglunum frá landsmyndugleikunum og hava sett fleiri tiltøk í verk, so áskoðarar kunnu kenna seg tryggar. Tað er tó samstundis av alstórum týdningi, at allir áskoðarar halda fylgjandi treytir:
– Áskoðarar, ið eru sjúkir av Covid-19, hava Covid-19 sjúkueyðkenni ella eru í sóttarhaldi, sleppa ikki til dyst á Tórsvølli.
– Allir áskoðarar hava skyldu til einans at brúka sítt ávísta pláss. Áskoðarar skulu bæði áðrenn og undir dystinum halda seg til ávísta plássið, tó undantikið um ein skal nýta vesi ella sølubúð.
– Allir áskoðarar hava skyldu til at hava gott reinføri, herundir at nýta hondspritt, bæði við inngongdina og vesi.
– Allir áskoðarar hava skyldu til at avmarka kropsligt samband við onnur sum til dømis lógvatak og klemm (hetta er eisini galdandi í samband við møguligan fagnað í samband við eitt nú mál).
Tað er samstundis týdningarmikið, at allir áskoðarar kanna, hvør inngongd skal nýtast og halda seg til tær avmarkingar, sum eru á og kring Tórsvøll í samband við dystin.
Staðfesting av Covid-19 eftir vitjan á Tórsvølli
Um ein áskoðari fær staðfest Covid-19 eftir vitjan á Tórsvølli hevur viðkomandi skyldu til at boða Landslæknanum frá hesum, og fær Landslæknin í sambandi við smittusporan eftir umbøn útflýggjað nærri upplýsingar frá Fótbóltssambandi Føroya um, hvørjir persónar, ið hava verið á Tórsvølli í samband við dystin.