Leygardagin klokkan 17:00 bresta NSÍ og HB saman í steypafinaluni hjá kvinnum. Atgongumerki á 95 krónur fáast til keyps í Nethandilinum á FSF.fo

——————

Leygardagin 13. november klokkan 17:00 verður ársins finala í steypakappingini hjá kvinnum spæld á Tórsvølli. Liðini, ið møtast í ár, eru NSÍ og HB.

Áskoðarar sleppa til dystin, men hædd verður tikið fyri koronafarsóttini og tilmælum í hesum sambandi.

Til dystin verður eysturskýlið á Tórsvølli deilt í fýra áskoðaraøkir, og í hvørjum øki verður pláss fyri 100 áskoðarum.

Annað hvørt rað verður stongt, og millum hvørja bílegging eru tvey læst setur.

Øki 1: Bólkur 101-102 (NSÍ)
Øki 2: Bólkur 103-104 (NSÍ)
Øki 3: Bólkur 105-106 (HB)
Øki 4: Bólkur 107-108 (HB)

Atgongumerki fáast til keyps í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF. Kostnaðurin er 95 krónur fyri vaksin (15 ár og eldri), og ókeypis fyri børn (14 ár og yngri).