Atgongumerkjasølan til finaluna um Løgmanssteypið, sum verður á Tórsvølli leygardagin 29. august, er byrjað
Nú ber til hjá Víkinga- og NSÍ-fjepparum, umframt øllum øðrum glaðum fótbóltsfjepparum, at ogna sær atgongumerki til finaluna um Løgmanssteypið, sum verður á Tórsvølli leygardagin 29. august, klokkan 19:45.

Kostnaðurin er 100 krónur fyri vaksin og 50 krónur fyri børn, og kunnu keypast á heimasíðuni hjá FSF við at trýsta HER.

Fyri at tryggja so góðum stemning sum tilber til dystin, er avgjørt, at viðhaldsfólk hjá NSÍ halda til í bólkunum 103 og 104, meðan bólkarnir 105 og 106 eru ætlaðir viðhaldsfólkum hjá Víkingi.

Tað er lætt og ómakaleyst at keypa atgongumerki. Vel hvørjum liði tú stuðlar, ella um tú ert uttanveltaður áskoðari. Síðani nøgd av atgongumerkjum, og um tað eru vaksin ella børn. Til steypafinalurnar skal val at setrum ikki veljast.

Skráin
Fríggjadagin 28. august:
Kl. 17:30 Gentur U17 (KÍ – B36)
Kl. 20:00 Dreingir U18 (HB – NSÍ)

Leygardagin 29. august:
Kl. 10:00 Dreingir U14
Kl. 12:00 Gentur U14 (B68 – EB/Streymur)
Kl. 13:45 Dreingir U16
Kl. 16:15 Kvinnur (KÍ – EBStreymur/Skála)
Kl. 19:45 Løgmanssteypið (NSÍ – Víkingur)