Mándagin 2. mai verða seinastu atgongumerkini til landsdystin ímóti Portugal sett til sølu á heimasíðuni hjá FSF
Mánadagin 2. mai klokkan 10:00 verða seinastu atgongumerkini til HM-undankappingardystin ímóti Portugal, sum verða á Tórsvølli mándagin 10. oktober, sett til sølu á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya.

Sølan verður skipað soleiðis, at á forsíðuni á heimasíðuni kemur ein "bannari" at síggjast, ið vísir til atgongumerkjasøluna. "Bannarin" verður lagdur á heimasíðuni, www.fsf.fo, klokkan 10:00.

1.000 atgongumerkir verða sett til sølu.

Kostnaður
Kategori 1 – Bólkar 103, 104, 105 og 106: 300 krónur
Kategori 2 – Bólkar 102, 107, 108, 116, 117 og 119: 225 krónur
Kategori 3 – Bólkar 114, 115, 120 og 121: 150 krónur