Fríggjadagin 21. oktober verður seinasti møguleiki at keypa atgongumerki til landsdystin millum Sveis og Føroyar, sum verður í Luzern
Føroyska landsliðið hevur fingið eina framúr byrjan í hesari undankappingini. Eftir tríggjar dystir hava Føroyar fingið fýra stig, og eru í løtuni á 4. plássi í bólkinum.
Næsti dystur HM-undankappingini verður sunnudagin 13. november. Hendan dagin møtast Sveis og Føroyar á Swisspor Arena í Luzern.
Kring leikvøllin er pláss fyri umleið 16.800 áskoðarum, og til tey, ið ynskja sær pláss, er nú møguleiki at keypa sær atgongumerki á heimasíðuni hjá FSF, ella við at trýsta her: Atgongumerkjasøla / Sveis – Føroyar.
Atgongumerkjasølan til dystin millum Sveis og Føroyar endar fríggjadagin 21. oktober.