Á middegi mikudagin 27. juni byrjar atgongumerkjasølan til finaluna um Løgmanssteypið. Sølan fer fram í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF

Meðan Tórsvøllur er undir umbygging, verður pláss fyri umleið 3.600 áskoðarum, og tí verður væntandi fult, tá havnafeløgini B36 og HB bresta saman á tjóðarleikvøllinum leygardagin 25. august, klokkan 19:45, í finaluni um Løgmanssteypið.

 

Tað er tí eisini umráðandi at gera skjótt av, tá atgongumerkini til ársins steypafinalu verða sett til sølu. Atgongumekjasølan fer fram í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF, og byrjar á middegi mikudagin 27. juni.

 

Kostanðurin er 100 krónur fyri vaksin, meðan børn og ung gjalda 50 krónur.

 

Atgongumerkjasølan verður skipað soleiðis, at fjeppararnir hjá HB “eiga” bólkarnar 101 til 104, meðan B36-fjeppararnir “eiga” bólkarnar 105 til 108. Uttanveltaðir áskoðarar kunnu keypa atgongumerkir í bólki 109.

 

NETHANDILIN