Fyrstu atgongumerkini til undankappingardystirnar ímóti Sveis, Andorra og Lettlandi verða sett til sølu á heimasíðuni hjá FSF mánadagin 12. desember, klokkan 12:00
Mánadagin 12. desember, klokkan 12:00 verður møguleiki at keypa ársins jólagávu føroyska fótbóltsfjepparan. Tá verða nevniliga fyrstu atgongumerkini til heimadystirnar hjá A-landsliðnum, sum verða á Tórsvølli í 2017, sett til sølu á heimasíðuni hjá FSF.
Seks undankappingardystir til HM 2018, sum verður í Russlandi, eru á skránni í komandi ári. Tríggir dystir verða á heimavølli, og tríggir á útivølli, og mánadagin 12. desember, klokkan 12:00 verða fyrstu 1.000 atgongumerkini til dystirnar á Tórsvølli sett til sølu í nethandilinum á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya, www.fsf.fo.
Sølan av fyrstu atgongumerkjunum verður skipað sum atgongumerkjapakkar, ið er galdandi fyri allar tríggjar HM-undankappingardystirnar, sum verður á heimavølli í 2017. Talan er um dystirnar ímóti Sveis, Andorra og Lettlandi, sum verða ávikavist 9. juni, 3. september og 7. oktober.
Kategori (bólkar) | Prísir |
Kategori 1 (bólkar 103, 104, 105 og 106) | 600,00 kr. |
Kategori 2 (bólkar 107, 108, 116, 117 og 119) | 450,00 kr. |
Kategori 3 (bólkar 114, 115, 120 og 121) | 300,00 kr. |
Hvør keypari kann í mesta lagi keypa 5 atgongumerkir. Tá keypt verður, skal navn og føðingardagur á øllum atgongumerkjahaldarunum innlesast.
Nethandilin hjá FSF sæst her: Atgongumerkjapakki 2017 / Sveis, Andorra og Lettland