Hósdagin 7. juni klokkan 17:00 spælir føroyska kvinnulandsliðið móti Slovenia á Tórsvølli, og nú ber til at keypa atgongumerki í Nethandilinum á fsf.fo

Um eina viku skal føroyska kvinnulandsliðið á vøllin aftur, tá Slovenia kemur á vitjan á Tórsvølli. Talan er um sætta dystin í undankappingini til HM 2019, sum verður í Fraklandi.

 

Slovensku kvinnurnar verða uttan iva ein stór uppgáva fyri okkara lið, og tí er sera avgerandi við góðum stuðli frá føroysku áskoðarunum, sum vónandi verða nógvir í tali á Tórsvølli hósdagin 7. juni klokkan 17:00.

 

Atgongumerki til dystin, ið fáast til keyps í Nethandilinum á FSF.fo, kostar einans 100 krónur fyri vaksin, meðan ókeypis atgongd er fyri børn og ung, 16 ár og yngri.

 

NETHANDILIN