Nú ber til hjá føroysku áskoðarunum at keypa atgongumerki til HM-undankappingardystin millum Portugal og Føroyar, sum verður hósdagin 31. august, á heimasíðuni hjá FSF
Hósdagin 31. august 2017 spæla Føroyar landsdyst í Porto ímóti evropameistarunum, Portugal. Atgongumerki til føroyskar áskoðarar verða seld umvegis Nethandilin hjá FSF.
Keypt atgongumerki kunnu avheintast á Eurostars Porto Douro, R. da Ribeira Negra 20, 4000-279 Porto, frá týsdegnum 29. august.
Um tú hevur spurningar um søluna ella sjálvan dystin, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Fótbóltssamband Føroya við at ringja 35 19 79 ella umvegis teldupostin fsf@fsf.fo.
Kostnaðurin fyri atgongumerki er 190 krónur.