Í samstarvi við Smyril Line verður ein ferð fyri 2 vaksin og 2 børn burturlutað millum øll tey, ið hava atgongumerki til landsdystin millum Føroyar og Ísland, sum verður á Tórsvølli týsdagin kl. 17:00
Týsdagin 10. apríl møtast Føroyar og Ísland í HM-undankappingardysti fyri kvinnur. Dysturin verður á Tórsvølli, og verður bríkslaður í gongd kl. 17:00.
Atgongumerki til dystin kunnu keypast í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF. Kostnaðurin er 100 krónur fyri vaksin, meðan børn og ung, 16 ár og yngri, hava ókeypis atgongd. Kortini verða børn og ung biðin um at “heinta” sítt atgongumerki í Nethandilinum, og vísa tað við dyrnar.
Men samstundis sum atgonngurmerki gevur atgongd at síggja føroyska og íslendska kvinnulandsliðini, er atgongumerki eisini ein lutaseðil. Vinningurin er ein familjuferð fyri 2 vaksin og 2 børn við bilin til Danmarkar við Norrønu í summar.