Á middegi mikudagin hevði føroyska A-landsliðið við kvinnum seinastu venjingina, undan dystinum móti Wales. Áðrenn venjingin byrjaði av álvara, fekk FSF Varpið orðið á Áslu Johannesen

Í morgin (hósdagin 29. august) klokkan 17:00 spælir føroyska kvinnulandsliðið fyrsta dystin í undankappingini til EM 2021. Mótstøðuliðið er Wales, sum í løtuni er at finna sum nummar 32 á styrkislistanum hjá FIFA.

 

Føroyskai hópurin kom saman mánadagin, og hevur síðani fyrireikað seg væl til hesa uppgávuna. Seinasta venjingin, undan dystinum var á skránni á middegi mikudagin, og tá fekk FSF Varpið orðið á Áslu Johannesen.

 

Atgongumerki til dystin kunnu keypast í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF, ella við dyrnar áðrenn dystin.