UEFA hevur nú boðað frá, at áskoðarar kortini sleppa til dystin millum Ungarn og Føroyar, sum verður á Groupama Arena í Budapest hóskvøldið
Føroyska A-landsliðið er komið til Budapest í øllum góðum, og nú fara fyrireikingarnar til dystin millum Ungarn og Føroyar av álvara í gongd.

Stóra avbjóðingin hjá landsliðsvenjaranum, Lars Olsen, verður næstu dagarnar at manna føroyska miðvøllin av nýggjum. Fróði Benjaminsen, Hallur Hansson og Brandur H. Olsen fingu allir gult kort ímóti Finnlandi, og tað hevur við sær, at teir tríggir eru leikbannaðir til dystin móti Ungarn.

Fyri trimum vikum síðani komu annars boð frá UEFA, at dysturin millum Ungarn og Føroyar fór at verða spældur uttan áskoðarar.

Tað var í dystinum millum Rumenia og Ungarn, at áskoðararnir sýndu rasistiskan atburð, og UEFA valdi beinanvegin at revsa londini, við at næsti dystur hjá rumenum og ungarum skuldi spælast uttan áskoðarar.

Men tá føroyska landsliðið kom til Budapest komu boð frá UEFA, at áskoðarar kortini sleppa á Groupama Arena hóskvøldið. Kring leikvøllin er pláss fyri umleið 24.000 áskoðarum.

Eini 40 føroyskir áskoðarar eru í ferðalagnum í Budapest.

EM-undankappingardysturin millum Ungarn og Føroyar verður hóskvøldið, 8. oktober, klokkan 19:45, føroyska tíð.