Håkan Ericson, A-landsliðsvenjari hjá monnum, hevur úttikið hópin, sum seinni í mánaðinum skal dystast við Moldova og Norðurmakedónia

——————

Níggjunda EM-undankappingin hjá føroyska A-landsliðnum við monnum, síðani Føroyar fóru upp í altjóða fótbólt í 1988, stendur fyri framman, og seinni í mánaðinum verður lagt til brots, tá Moldova tekur ímóti á Zimbru Stadion í moldoviska høvuðsstaðnum, Chisinau.

Umframt undankappingardyst móti Moldova, skal manslandsliðið í hesum umfarinum eisini royna seg í venjingardysti móti Norðurmakedónia. Tann dysturin verður í Skopje mánadagin 27. mars.

Á tíðindafundi í FSF-húsinum fyrrapartin mánadagin kunngjørdi Håkan Ericson hópin til komandi dystir. Í fyrstu atløgu eru 23 spælarar úttiknir, og møguliga verður ein afturat boðsendur seinni í vikuni.

Hópurin
Teitur Matras Gestsson, HB Tórshavn
Mattias Heðinsson Lamhauge, B36 Tórshavn
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Gilli Rólantsson Sørensen
Hanus Sørensen, HB Tórshavn
Viljormur Davidsen, HB Tórshavn
Daniel Johansen, FC Fredericia (Danmark)
Odmar Færø, KÍ Klaksvík
Heini Vatnsdal, KÍ Klaksvík
Gunnar Vatnhamar, Víkingur
Andrias Edmundsson, Aguilas FC (Spania)
Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ Klaksvík
Noah Hans Mneney, Bryne BK (Noreg)
Meinhard Egilsson Olsen, Mjøndalen IF (Noreg)
Mads Boe Mikkelsen, KÍ Klaksvík
Ári Mohr Jónsson, HB Tórshavn
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Stefan Radosavljevic, Sligo Rovers FC (Írland)
René Shaki Joensen, KÍ Klaksvík
Klæmint Andrasson Olsen, Breiðablik (Ísland)
Patrik Johannesen, Breiðablik (Ísland)
Páll Andrasson Klettskarð, KÍ Klaksvík
Pætur Petersen, KA Akureyri (Ísland)

Leikskráin
24. mars Moldova – Føroyar
27. mars Norðurmakedónia – Føroyar (venjingard.)
17. juni Føroyar – Kekkia
20. juni Føroyar – Albania
7. sept. Pólland – Føroyar
10. sept. Føroyar – Moldova
12. okt. Føroyar – Pólland
15. okt. Kekkia – Føroyar
16. nov. Noreg – Føroyar (venjingard.)
20. nov. Albania – Føroyar

Myndir: Hans Erik Danielsen