John Petersen, A-landsliðsvenjari hjá kvinnum, hevur úttikið ársins fyrsta bruttohóp. Fyrsti landsdystur hjá kvinnum verður á heimavølli tann 9. mars, tá Føroyar og Estland hittast í venjingardysti
Føroyska A-landsliðið við kvinnum skal í alt spæla seks dystir í 2020. Talan er um fimm EM-undankappingardystir, og ein venjingardyst.
Sum fyrireiking til komandi avbjóðingar hevur John Petersen, landsliðsvenjari, úttikið ein bruttohóp við 25 spælarum. Í fyrstu atløgu er bara talan um spælarar, sum spæla í heimligu kappingini.
Eftir ætlan verða seks venjingar á skránni, áðrenn endaligi hópurin til venjingardystin móti Estlandi verður úttikin tann 17. februar. Føroyar og Estland spæla á Tórsvølli mánadagin 9. mars.
Bruttohópurin
Heidi Sevdal, HB
Julia Naomi Mortensen, HB
Jónvá Hentze, HB
Rebekka Benbakoura, HB
Sara S. Lamhauge, HB
Nadja Johannesen, HB
Eyðgerð Mikkelsen, HB
Julia Helena Henriksen, HB
Elin Maria Isaksen, HB
Eyðvør Klakstein, KÍ
Evy á Lakjuni, KÍ
Sanna Svarvadal, KÍ
Rannvá B. Andreassen, KÍ
Marita á Fríðriksmørk, ÍF/Vík/B68
Annika R. Christiansen, ÍF/Vík/B68
Jacoba Langgaard, ÍF/Vík/B68
Marta Thomsen, ÍF/Vík/B68
Hjørdis Nesá, ÍF/Vík/B68
Ansy S. Jacobsen, EBS/Skála
Kára Djurhuus, EBS/Skála
Sarita Mittfoss, B36
Olga Kristina Hansen, B36
Jóna Nicolajsen, B36
Marjun Danielsen, B36
Hanna Jacobsen, B36
Skráin 2020
9. mars Føroyar – Estland (venjingardystur)
10. apríl Wales – Føroyar (EM 2021)
5. juni Norra – Føroyar (EM 2021)
9. juni Norðurírland – Føroyar (EM 2021)
18. september Føroyar – Norðurírland (EM 2021)
22. september Føroyar – Hvítarussland (EM 2021)