Seinni í hesum mánaðinum fer føroyska U15-landsliðið við dreingjum til Brøndby Cup í Danmark. – Tað verður stuttligt at læruríkt, sigur Andrias Edmundsson, ið gleðir seg til kappingina
– Eg eri spentur til kappingina. Vit sleppa at spæla nógvan fótbólt, og støðið á dystunum verður væntandi hægri, enn tað vit eru vanir við, sigur 14 ára gamli Andrias Edmundsson, sum seinni í hesum mánaðinum fer við U15-landsliðnum við dreingjum til Brøndby Cup í Danmark.
Føroyska liðið hevur fyrireikað seg væl til kappingina. Eli Hentze og Hegga Samuelsen standa á odda fyri U15-landsliðnum, og longu í januar mánaða byrjaðu venjararnir regluligu venjingarnar til Brøndby Cup 2015, sum verður frá 25. til 29. juli.
Andrias Edmundsson, ið hevur fingið sín fótbóltsuppvøkstur í B68, men sum í ár spælir fyri NSÍ, sigur, at føroysku spælararnir fáa nógv burturúr við at luttaka í kappingum uttanlands.
– Vit fáa møguleikan at síggja á hvørjum støði vit eru á, í mun til teir, sum spæla í øðrum londum. Og tað er eisini í sovorðnum kappingum at vit finna út av, hvat vit sum einstaklingar skulu fara heim at forbetra, fyri at gerast betri fótbóltsspælarar.
– Tað er eisini altíð stuttligt og læruríkt at vera við til kappingar uttanlands, sigur Andrias Edmundsson.
Umframt venjingar, hevur U15-liðið eisini spælt nakrar venjingardystir. Leygardagin var dystur á Vestanstevnu í Sandavági, har U15-landsliðið royndi seg ímóti U16-liðnum hjá 07 Vestur.
Myndir frá dystinum kunnu síggjast HER.
Føroyski 15-hópurin til Brøndby Cup 2015:
Bjarke Ejlskov, Vejle BK (DEN)
Bjarti Vitalis Mørk, HB
Sveinur Lava Olsen, HB
Regin í Geil Jakobsen, HB
Andrias Edmundsson, NSÍ
Sámal Jákup Johannusarson, B36
Pætur Eliasen, Randers FC (DEN)
Óli Eyðsteinsson Poulsen, KÍ
Gundur Ellingsgaard Petersen, ÍF
Elias Gilstone, TB
Símun Sólheim, HB
Oddur Petersen, 07 Vestur
Áki Hentze, B71
Hanus Sørensen, HB
Petur Ovi Hjaltalin Dam, HB
Steffan S. Abrahamsson Løkin, NSÍ
Oliver Victor Møberg, FC Silkeborg (DEN)
Asbjørn Heðinsson, 07 Vestur